Oyggjaleikirnir á Álandi gjørdust teir bestu nakran tíð hjá føroyskum ítrótti. Ikki færri enn 34 ferðir varð merkið vundið á stong, tá gullmerki skuldi handast, og hetta gjørdi Føroyar til mest vinnandi oyggjalandið á leikunum.
Miðlahúsið var sera væl umboðað á Oyggjaleikunum í Álandi. Hópin av kykmyndum, nærum 100 tímar av útvarpi, 80 blaðsíður og túsundtals myndir vóru millum tað, sum varð sent heim til Føroya fólk, og á ólavsøku ber til at uppliva nakað av hesum.
Millum tiltøkini í Miðlahúsinum á ólavsøku er nevnliga eisini ein oyggjaleikaframsýning, har myndir, ljóðbitar og kykmyndir frá leikunum verða vístar og varpaðar.
Miðlahúsið er opið frá klokkan 14 til 23 bæði í dag og í morgin.










