Oyggjaleikir: Mansliðið vann eisini 3-0

Manslandsliðið í flogbólti vann eins og kvinnurnar 3-0 í fyrsta dystinum á oyggjaleikunum á Bermuda.

 

Talan var um eitt heldur óskipað føroyskt lið, sum ikki vísti sína sannu styrki í Berkeley høllini. Í øllum trimum settunum fekk móttøðuliðið ov nógv stig í mun til munin á liðnum. Sett úrslitini vóru 25-22, 25-18 og 25-22.

 

Føroyska liðið valdi millum annað at lata allar spælararnar koma á vøllin. Føroyska liðið stríðist við at venja seg við hitan, sum ger at bólturin ferðast øðrvísi enn hann ger tá spælt verður heima í Føroyum.

 

Tá tað stóð nógv á, so vísti føroysku spælararnir eisini, at teir hava tað, ið skal til at vinna á Guernsey.

 

Tá samanumkom, so vann føroyska landsliðið trygt 3-0 og landsliðsvenjarin fekk roynt allar spælararnar. Mánadagin spælir manslandsliðið móti vertstjóðini Bermuda.