Oyggjaleikir: Kvinnurnar vunnu aftur 3-0

Aftur í dag var føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti greitt omaná. Tær vunnu 25-8, 25-16 og 25-13 á Guernsey.

 

Heldur ikki í dag var talan um nakran serliga mótstøðu hjá Føroyska liðnum. Teir vóru omaná á allan dystin og vann trygt. Í gjár vunnu tær 3-0 á Grønlandi.

 

Sostatt hevur føroyska liðið vunnið báðar teir fyrstu dystirnar í bólkinum. Í morgin spæla tær móti Álandi.