– Menningin í kvinnufimleikinum hevur verið stór síðstu árini, og tí vistu vit, at tað fór at vera torført. Men vit eru sera glaðar um, at tað eydnaðist at vinna bronsu.
Tað sigur Fríðhild Reinert Norðgerð, sum saman við Biritu Poulsen, Anitu Sigmarsdóttir Davidsen, Eydnu Eivindardóttir Danielsen og Katrin Sólrunardóttir Wardum vann bronsu í liðkappingini hjá kvinnum.
Í kappingini, sum var á gólvi og í lopi, fingu føroysku kvinnurnar 93,450 stig, sum gav bronsu. Isle of Man vann gull við 101,500 stigum og Bermuda vann silvur við 98,650 stigum.