Talið á ítróttarfólkum, sum vóru við í Oyggjaleikunum á Bermuda seinast, var nógv minni, enn tað hevur verið seinnu árini.
Vanliga hava væl yvir 2000 ítróttarfólk verið við á nógvum av teimum seinastu oyggjaleikunum, men á Bermuda luttóku góð 1200 ítróttarfólk. Høvuðsorsøkin var kostnaðurin av drúgvu ferðini og uppihaldið á Bermuda.
Fyrireikararnir av næstu Oyggjaleikunum, sum verða hildnir á Jersey í summar, rokna við einum heilt øðrum luttakaratalið. Har rokna tey við, at tað verða upp ímóti 3000 fólk, sum verða við í kappingunum sum luttakarar, venjarar og leiðarar. Harvið kemur talið upp aftur á tað, sum tað hevur verið leikirnar frammanundan Bermuda.
Eisini føroyska luttøkan á Jersey verður munandi størri enn á Bermuda, tá ið umleið 100 ítróttarfólk luttóku. Ítróttarsamband Føroya roknar við, at føroysk ferðalagið til Jersey í summar fer at telja 280 fólk. Føroyar skulu luttaka í 12 ítróttargreinum. Tvey flogfør hjá Atlantsflogi skulu flúgva føroyingarnar beinleiðis til Jersey.