Fyriskipararnir av oyggjaleikunum á Gibraltar hava nú kunngjørt luttakaralistan við øllum ítróttarfólkunum, sum luttaka á leikunum í summar frá 6. til 12. juli.
Í alt eru tað 22 luttakandi lond í 14 ymiskum ítróttargreinum. Tær eru frælsur ítróttur, kurvabóltur, súkkling, sigling, squash, borðtennis, tennis, badminton, strandarflogbóltur, judo, skjóting, svimjing, bowling og triathlon.
Fullfíggjaði luttakaralistin sæst niðanfyri, og hann er býttur upp í lond til vinstru og ítróttargreinar til høgru.