TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinnapartssendingina, sum var á Rás2 millum klokkan 15 og 17.
Talan var um eina sending við hæddarpunktum, samrøðum og samanumtøkum frá oyggjaleikunum í Gotlandi.
Í sendingini hoyra vit samrøðurnar Hilmar Jan Hansen, Terji Nielsen og Heri Simonsen gjørdu við umboð fyri tær ymisku ítróttargreinarnar. Tosað verður ikki bara við eydnusamar vinnarar. Prátað verður eisini við tær ítróttargreinarnar, sum einki vunnu, men sum fingu framgongd, ella hava lagt botn fyri at fáa eina framgongd í komandi árum.
Útgávan, sum hoyrist her á in.fo eru teir báðir senditímarnir í einari ljóðfílu minus sangirnir, sum vóru spældir í sendingini, tá hon var send fyrstu ferð á Rás2.