Oyggjaleikir: Føroyar mugu bíða enn longur

Oyggjaleikir koma í fyrsta lagi til Føroya um 11 ár

Føroyar skuldu hýsa Oyggjaleikum í 2019, men á sumri í 2014 tók Føroyar seg aftur, tí sambært Oyggjaleikanevndini vóru Føroyar ikki til reiðar at hýsa leikunum.

Síðani hava Føroyar bjóðað seg til aftur at hýsa Oyggjaleikum í 2023 og 2025, men tað verður í fyrsta lagi í 2031, at Oyggjaleikir koma aftur til Føroya.

Tað er niðurstøðan, eftir at altjóða oyggjaleiknevndin, IGA, í kvøld alment hevur boðað frá, at eingir Oyggjaleikir verða hildnir næsta ár.  Guernesey, sum skuldi hýsa leikunum, skal í staðin vera vertur í 2023.

Orkney skuldi standa fyri Oyggjaleikunum í 2023, men teir leikirnir verða í staðin hildnir í 2025. IGA boðar eisini frá, at í Ynys Mõn verður vertur í 2027, og í løtuni stendur Isle of Man fremst í køini til at hýsa leikunum í 2029.

Harvið standa fýra bretskar oyggjar framman fyri Føroyar í køini at halda Oyggjaleikir. Orkney og Ynys Mõn skulu hýsa Oyggjaleikum fyri fyrstu ferð. Bæði Guernesy og Isle of Man hava havt leikirnar tvær ferðir áður.

Oyggjaleikir vóru í Føroyum í 1989, og tað, sum skuldi vera 30 ár til næstu leikir, verða nú í minsta lagi 42 ár.