Oyggjaleikir aftur til Føroya

Eitt av málunum, sum Ítróttarsamband Føroya ætlar sær at arbeiða við næstu árini, er at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya.
- Vit ætla at søkja um vertsskapin til leikirnar í 2013, men skal tað bera til, so skal arbeiðið fyri hesum byrja longu nú. Vit skulu hava nýggjar fasilitetir til ítróttin, og tað skal nógv gerast, áðrenn vit kunnu taka leikirnar aftur, sigur Heðin Mortensen.
- Hetta er nakað, sum vit eru farin í holt við í ÍSF, men vit skulu hava land, kommunur og onnur við, um hetta skal lata seg gera. Øll mugu virka fyri at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya, um vit skulu hava nakran kjans, sigur hann.