Oyggjaleikasetan í dýrdarveðri

Sólin skein oman og niðan, tá ið 13. Oyggjaleikinir í kvøld vórðu settir í Mariehamn á Álandi. Tíðliga sunnumorgunin byrja kappingarnar Tey stívliga 3000 ítróttarfólkini á Oyggjaleikunum hava í kvøld verið við til hátíðarligu setanina av Oyggjaleikunum á leikvøllinum Wikløf Holding Arena.

Tey 120 føroysku ítróttarfólkini vóru í góðum hýri, men tey skundaðu sær heim eftir setanina at fyrireika seg til kappingarnar, sum byrja í morgin tíðliga.

Fyrstu kappingarnar byrja klokkan 7 sunnumorgunin, og Rás2 fer at senda frá kappingunum. Eisini ber til at fylgja við her á Portalinum um, hvussu tað gongst føroysku ítróttarfólkunum.

Veðrið á Álandi er av tí allarbesta. Í dag hava tað verið 24 hitastig, og sagt verður frá góðum summarveðri aftur í morgin.