Oyggjaleikanevndin fingið eina vala avtalu

Hósdagin varð sponsoravtala millum Oyggjaleikanevndina og Føroya Tele undirskrivað. Formaðurin í nevndini metir, at hetta er tann besta avtalan, sum oyggjaleikanevndin nakrantíð hevur gjørt

 

Í løtuni arbeiðir oyggjaleikanevndin dag sum nátt við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi oyggjaleikir, sum verða á Isle of Man fyrst í juli í ár.

Hósdagin kom ein sera týðandi partur av hesum fyrireikingum uppá pláss, tá Føroya Tele skrivaði undir uppá at vera høvuðssponsor hjá oyggjaleikanevndini. Talan er um eina eingangsupphædd, sum nevndin síðani kann nýta, sum henni tykist best.

? Hetta er tann besta sponsoravtalan, sum oyggjaleikanevndin nakrantíð hevur gjørt, sigur Petur Elias Petersen, formaður í oyggjaleikanevndini.

Afturfyri at lata hesa upphædd verður merkið hjá Føroya Tele at síggja á øllum búnunum hjá føroyskum ítróttarfólki á oyggjaleikunum. Kravið er, at íðkararnir eru í búnunum tá gingið verður inn og út av ítróttarøkinum.

Umframt Føroya Tele, so fara Føroya Sparikassi og Føroya Banki eisini at stuðla ítróttarfólkinum, sum leggur leiðina til Isle of Man at umboða Føroyar í summar.


Metstór luttøka

Føroyska ferðalagið verður metstórt hesuferð. 140 ítróttarfólk fara úr Føroyum, og tað er met. Nýggju ítróttargreinarnar er kvinnufótbóltur, fimleikur og triathlon, meðan tennis væntandi ikki verður við hesuferð. Freistin hjá sersambondunum at boða frá luttøku er í hesum mánaðinum.

Annars verður samlaða føroyska ferðalagið 252 fólk, og í tí sambandi hevur nevndin leigað flogfarið hjá Atlantic Airways til at flyta alt fólkið suður. Flogið verður tríggjar ferðir aftur og fram. Enn eru eini tredivu pláss tøk hjá fólki bíleggja.

At luttaka við so nógvum ítróttarfólki kostar sjálvandi nógvan pening, men nevndin metir ikki, at tað nú verður nakar trupulleiki at fíggja luttøkuna. Luttakararnir savna eisini sjálvir nakað av peningi inn til sín sjálvs.

Tað hevur víst seg tey seinnu árini, at tað hevur verið lættari at fáa stuðlar til oyggjaleikirnar, enn tað var fyri tíggju árum síðani. Tá var myndin hesum viðvíkjandi ein heilt onnur, enn hon er í dag. Tá vóru sera ringar umstøður at fáa fatur á slíkum sponsorum til stórar kappingar.

? Tað hevur víst seg til tveir teir seinastu oyggjaleikirnar, at tað hevur verið lættari hjá nevndini at fáa pening til vega, sigur Petur Elias Petersen.

Tað hevur annars gingið væl hjá nevndini at veita øllum ferðalagnum innivist, og nevndin hevur longu tryggjað øllum 252 í ferðalagnum innivist. Tey skulu øll halda til í sama øki, undantikið fótbóltslandsliðið, sum skal vera eitt sindur longri inni á oynni, ið er sum Streymoyggin til støddar.

Aðrar sponsoravtalur, sum Føroya Tele hevur gjørt, eru soleiðis háttaðar, at jú betri tað gongur, tess meiri peningur verður latin. Soleiðis hevur tó ikki verið gjørt hesuferð.

Andras Róin sigur, at tað veldst meira um at luttaka enn at vinna. Summi av ítróttarfólkunum hava heldur ongan møguleika at gera seg galdandi,tí mótstøðan er ov stinn, og tí hevði tað verið óheppið fyri summi, um avtalan varð soleiðis háttað.