Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn

Venjarar á leguni vórðu Kristian Martin Joensen og Petur Heðin á Fløtti, og svimjararnir eru Pauli Ø. Mohr, Paula Ø. Mohr og Kári J. á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag, Bjørg Seloy, Andrass Thomsen og Guðrun H. Jacobsen úr Havnar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT, og Malan V. Bærendsen, Katharina Lamhauge og Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag. Av hesum venja Kári J. á Høvdanum, Birita Debes og Shaila millum Garðarnar eisini til heimsmeistarastevnuna í Rom, og Pauli Ø. Mohr til evropeisku juniormeistarastevnuna í Prag. Til hesa venjing mangla tveir svimjarar, tað eru Shalia millum Garðarnar og Pál Joensen. Næstu ferð oyggjaleikliðið møtest er til felagsvenjing í Vági um tvær vikur.