Oyggjaleikahæddarpunkt á Rás2 seinnapartin

OYGGJALEIKIR: Millum klokkan 15.10 og klokkan 17 verður ein sending við oyggjaleikahæddarpunktum og prátum

Seinnapartin í dag avrundar Rás2 oyggjaleikirnar í Gotlandi, sum eydnaðust sera væl, har vit vunnu 87 heiðursmerki.

 

Millum klokkan 15.10 og klokkan 17 seinnapartin verður ein sending á Rás2, har vit fara at hoyra prát við fegnar heiðursmerkjavinnarar, og eisini íðkarar og leiðarar, sum taka samanum eina væleydnaða kapping.


Í sendingini frætti vit eisini frá teimum smærri ítróttargreinunum, sum ikki vunnu nakað heiðursmerki, men sum kortini fingu nógv burturúr at verða við á oyggjaleikunum.

 

Sendingin kann hoyrast á www.midlar.fo, og eisini á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.