Oyggin Lohachara uttan fyri indiska stórbýin Calcutta er er farin undir, og tey umleið 10.000, sum búðu á oynni, eru flutt inn á meginlandið. Indiskir veðurmenn siga, at tað er tann veksandi hitin, sum fær vatnsstøðuna at hækka, og tí er oyggin farin undir. Teir vænta, at tólv aðrar oyggjar har um vegir fara at fáa somu lagnu, og at umleið 70.000 fólk fara at missa hús og heim. Ein grannaoyggj hjá Lohachara er longu í ferð við at hvørva av kortinum, skrivar Reuters.










