Seint, men sikkurt, søkkur oyggjabólkurin San Bernardo, í havið. Á myndini er tað oyggin, Santa Cruz. Her hevur fólkið skjótt bara eitt val, og tað er at rýma.

Oyggin søkkur: - Flýggjan er einasti møguleiki

- Tvær av oyggjunum í oyggjabólkinum San Bernardo eru so at siga horvnar, veit The Guardian at siga.

Seint, men sikkurt, søkkur oyggjabólkurin San Bernardo, í havið. Á myndini er tað oyggin, Santa Cruz. Her hevur fólkið skjótt bara eitt val, og tað er at rýma.

Sjógvurin kemur alsamt nærri og nærri hjá íbúgvunum í oyggjabólkinum, San Bernardo í Kolumbia.

 

Tá bústaðarøkið í onkrum av oyggjunum bert liggur tveir metrar yvir havinum, eru fólk von við, at sjógvur ger feigdina um seg við jøvnum millumbilum.

 

Órógvið um lagnuna hjá oyggjabólkinum hevur ongantíð verið størri enn nú.

 

- Tað er ógvuliga órógvandi, nú oyggjarnar søkka, sigur oyggjabúgvin, Adrián Caraballo, við The Guardian.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at oyggjaparadísið í Karibiska Havinum fær uppmerksemi. Veðurlagsbroytingar hava ført til, at fólk, sum vilja vitja oyggjarnar, ikki hava óendaliga nógva tíð til tess.

 

- Við tíðini hava vit bara eitt val. Tað er at rýma. Okkum tørvar eina ætlan yvir, hvussu flýggjanin kann skipast. Enn eru stundir til tess, áðrenn vanlukkan rakar.

 

Tað sigur Juan Manuel Díaz, leiðari í umhvørvisverndarfelagsskapinum, Fundación MarViva Colombia, við The Guardian.

 

Oyggjabólkurin húsar eisini heimsins tættbygdastu oyggj, Santa Cruz del Islote, og her skal ógvuliga lítið vatn til, at trongu gøturnar í býnum floyma yvir.

 

Roknað verður við, at vatnstøðan um hesar leiðir kann gerast einar 30 sentimetrar hægri í 2050, enn hon er í dag, og tá verður tilverugrundarlagið hjá íbúgvunum í San Bernardos veruliga hótt.

 

Tvær av oyggjunum, Ceycén og Panda, eru í ferð við at søkka í havið, og íbúgvar á San Bernardo vænta, at oyggjarnar eru heilt burtur um 10 ár.

 

Eisini størsta oyggin í bólkinum, Múcura, er hótt. Samstundis, sum vatnstøðan veksur, hótta stormar og jarðarslit eisini San Bernardo.

 

 

 

 

 

Seint, men sikkurt, søkkur oyggjabólkurin San Bernardo, í havið. Á myndini er tað oyggin, Santa Cruz. Her hevur fólkið skjótt bara eitt val, og tað er at rýma.