ÚTGÁVA
Oyggin í havinum er fyrsta av fýra bókum um systrarnar, Steffi og Nelli, sum í 1939 verða sendar úr Wien í Eysturríki til Svøríkis at vera, tí týskararnir hava hersett heimland teirra. Steffi er 12 ár, og Nelli er nøkur ár yngri. Mamman og pápin eru eftir í Wien, tey fáa ikki loyvi at fara. Systrarnar skulu búgva á einari oyggj stutt frá Göteborg, hjá hvør sínum húski. Í teimum fýra bókunum fylgja vit systrunum, til kríggið endar í 1945. Tá er Steffi 18 ára gomul. Fyrsta árið eru báðar í oynni, men so fer Steffi til Göteborg at ganga í framhaldsskúla, og Nelli verður eftir.
Tað er ikki lætt at koma fremmandar í fremmant land, tí hóast fólk flest tykjast at taka væl ímóti teimum, so duga bara fá at ímynda sær ræðuleikarnar, sum Steffi og Nelli longu hava upplivað, og sum mamman og pápin skriva um. Men tær fáa brátt annað at hugsa um, t.d. vinkonur, nýggju heimini og skúlan. Nelli er so lítil, at hon gloymir og, henni fellur lætt at læra svenskt og fáa nýggjar vinir. Tað er truplari hjá Steffi, sum eisini hevur lovað mammu og pápa at ansa væl eftir lítlusystur.
Hóast hetta er fyri umleið 60 árum síðan, viðgera bøkurnar evni, sum eisini eru uppi í tíðini nú, t.d. happing, átrúnaður, støðan hjá flóttafólki, rasismu, frælsi, lívið og deyðan.
Høvundurin, Annika Thor er fødd í Göteborg í 1950. Foreldrini eru jødar. Mamman flýddi undan nasistunum í Týsklandi, og hon kom til Svøríkis í 1933. Eisini tvey systkinabørn Anniku komu til Svøríkis við ongum foreldrum í krígnum, so hon hevur hoyrt nógvar søgur um flóttafólk, tá ið hon vaks upp.
Annika Thor er útbúgvin bókavørður, og hevur harafturat lokið fjølmiðlaútbúgving. Hon hevur skrivað handrit til fleiri filmar, m.a. ungdómsfilmin SP ella K - sannleiki ella avleiðing. Annika Thor býr nú í Stokkhólmi saman við sínum.
Fyrsta bókin, hon skrivaði, er Oyggin í havinum í 1996. Í 1997 kom, umframt næstu bókina um Steffi og Nelli, eisini SP ella K - sannleiki ella avleiðing, sum Bókadeildin gav út í 1999 í týðing eftir Katrin Michelsen. Fyri hesa bókina fekk hon mætastu svensku bókmentavirðislønina, "Augustpriset". Seinni hevur hon fingið nógvar virðislønir fyri bøkur sínar, m.a. "Deutcher Jugendlitteraturpreis" 1999 og "Astrid Lindgren priset" 2000.
Karl N. Hansen týddi Oynna í havinum.










