Oyðileggur upp- og niðurflytingina

Tað er ómetaliga óheppið, at ein broytt landskapping, har dystartalið verður økt við einari helvt, bert fevnir um fyrstu deild

Broytt landskapping

Fyrst og fremst, tí hetta at kalla køvir seinasta spenningin í spurninginum um upp- og niðurflyting. Her verður støðan tann í heyst, at felagið, sum endar næstfremst í aðru deild eftir steðg á ein mánað, skal spæla tveir dystir móti einum væl trimmaðum fyrstu deildarliðið. Oftani hevur munurin á hesum liðum verið stórur frammanundan, men so ólíka fortreytum verður ójavnvágin enn størri.
Argumentið, sum kappingarstjórin nýtti í hesum, tóktist ikki vera so øgiliga væl umhugsað. Sagt varð, at tað kortini mest sum altíð var so stórur munur á liðunum kortini, at hetta fór ikki at bila stórvegis.
Hóast ovara liðið aloftast hevur verið við yvirlutan, tá slíkir dystir hava verið á skránni, so kann tað á ongan hátt verða nøkur grundgeving. Vit skulu heldur ikki longur aftur enn til Skála í 2001, fyri at finna eitt lið, sum megnaði at spæla seg upp í fyrstu deild gjøgnum teir báðar dystirnar. Og sum kunnugt, so hevur ikki gingið heilt illa hjá teimum síðani.
Og soleiðis, sum styrkislutfallið í aðru deild tykist verða í ár, so gerst støðan enn meira óheppin, um tað er gjørligt.
Við einum B68-liði, sum nærum tykist ætla sær upp í bestu deildina við fullum stigatali, verður tað fyri hini liðini bara ein spurningur um annað plássið í deildini. Men um tað annað plássið gevur so minimalar møguleikar fyri uppflyting, so er spurningurin, um feløgni ikki bara eru nøgd, um tey halda eina góða støðu, og annars mugu bíða við øllum uppflytingardreymum til 2006. Og tað vildi í øllum førum ikki verið ein serliga mennandi støða fyri feløg og leikarar.