Umhvørvisverndarfelagsskapir ávara nú um, at vit oyðileggja alt ov nógvan frumskóg.
Kanningar í Suðuramerika vísa, at bara í 2002 vórðu 25.000 ferkilometrar av frumskógi í Amazonas-økinum gjørdir til landbúnaðarøki, og tað var væl meiri enn árini frammanundan. Umhvørvisverndarfelagsskapirnir vísa á, at sambært avtalu við brasilsku myndugleikarnar skal frumskógurin varðveitast, men við hesari gongdini gongur tað skjótt tann skeiva vegin, sigur felagsskapurin Friends of the Earth in Brazil.
Brasilski forsetin, Lula, hevur boðað frá, at hann er liðugur við eitt uppskot, sum skal forða fyri, at ov nógvur frumskógur verður feldur. Men umhvørvisverndarfólk siga, at uppgávan hjá forsetanum verður trupul, tí fyrr hava slíkar lógir ikki víst seg at hava stórvegis ávirkan. Ferð eftir ferð hevur tað víst seg, at fólk, sum verða tikin fyri at hava brotið slíkar lógir, sleppa undan revsing, og tað eggjar øðrum til at halda fram.









