Oyðilegði virðislønina

ÓHAPP. Sjónleikarin Jesper Asholt kvetti høvdið av Bodil-virðislønini, sum hann vann seinasta vikuskifti

Bodil er ein donsk filmsvirðisløn og er ein standmynd. Eftir handanina kom ein sjampanjufløska ov nær standmyndini hjá Asholt, og høvdið reyk av. Talan var um eitt óheppið óhapp, og nú má Asholt, sum fekk virðislønina fyri sín leiklut í filminum Mifunes sidste sang biða fyrireikararnar um eina nýggja virðisløn.

Tað er hent eina ferð áður, at ein Bodil-virðisløn er oyðiløgd. Tað var í 1996, tá Carsten Rudolf fekk ein Bodil fyri filmin Menneskedyret. Hann misti standmyndina á pallinum, og hon fór í knús.