Ein røð av meldurhvirlum hevur herjað amerikonsku statirnar Kansas, Iowa og Oklahoma nú um hvítusunnuna, og í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív.
Tætt við býin Wellston í Kansas gjørdi ein óvanliga hørð meldurhvirla um seg, og sambært CNN var hon so hørð, at nógv hús endaðu sum pinnabrenni.
Í Oklahoma noyddust myndugleikarnir at lata høvuðsvegin til Oklahoma City aftur, tí ein meldurhvirla hevði holvt fleiri lastbilar.
Fyri nøkrum døgum síðani vóru fleiri meldurhvirlur í Texas. Tær gjørdu sera stóran skaða og kravdu eisini mannalív, sigur CNN.