Venjarin hjá Onglandi, Roy Hodgson, sigur, at Alex Oxlade-Chamberlain verður klárur til HM-uppgávurnar fyri framman.
Arsenal leikarin fekk skaða í knæðið í dystinum hjá Onglandi móti Ecuador mikudagin. Tosandi eftir dystin mótu Honduras leygardagin - seinasti upphitingardystur undan HM - segði Hodgson, at 20 ára gamli miðvallarleikarin framvegis var ein partur av liðnum.
Eg haldi, at hann uttan iva verður partur av kappingini. Tað er gott nýtt, segði Roy Hodgson.
Ongland endaði fyrireikingina til HM við einum 0-0 javnleiki móti Honduras, sum var reduserað til 10 mans í seinna hálvleiki, tá verjuleikarin, Brayan Beckeles var vístur av vølli.
Ongland kendi fysiska styrki frá mótstøðuliðinum, umframt ein 40 minutts steðg orsakað av, at ljósini gingu fyri.
Men Ongland hevði møguleikar at vinna, serliga umvegis Daniel Sturridge, men Rodgson er nøgdur við liðið undan fyrsta dystinum móti Italia komandi leygardag.










