Oxford United úr fjórðbestu ensku deildini skapti í dag størstu sensatiónina í hesum kappingarárinum í ensku steypakappingini, FA Cup.
Oxford United vann nevniliga 3-2 á heimavølli móti Premier League felagnum, Swansea, sum undan dystinum varð væntað at fáa ein lutfalsliga lættan dyst. Swansea kom annars á odda 1-0, men síðani vendi Oxford dystinum av álvara. Frá at vera aftanfyri 0-1, kom Oxford á odda heili 3-1. Swansea minkaði síðani um munin til 3-2 tá gott og væl tjúgu minuttir vóru eftir, men komu ongantíð nærri enn tað sama. Tískil kom Oxford United óvæntað víðari í FA Cup.
Chelsea við sterkastu uppstilling
Seinni í dag hava fleiri dystir verið á skránni. Fyrst á skránni vóru Chelsea, sum á heimavølli spældu móti Scunthorpe United. Chelsea vann dystin 2-0, eftir at teir høvdu fult tamarhald á mestsum øllum dystinum. Tað var eisini merkisvert at Chelsea í dag stillaði upp við mestsum sterkastu uppstilling, tá mótstøðuliðið, Scunthorpe, til dagligt spælir í triðbestu ensku deildini.
Kane bjargaði Tottenham
Og seinasti veruliga áhugaverdi dysturin í dag varð spældur á White Hart Lane, har Tottenham tók ímóti sólskinssøguni frá hesum kappingarárinum, Leicester. Hesi bæði somu lið møtast eisini í Premier League mikukvøldið, og tískil valdu báðir venjararnir, at brúka fleiri av eyka leikarunum frá byrjan í dystinum í dag.
Dysturin var undirhaldandi, og leingi sá út til at Leicester skuldi vinna dystin í London við einum 2-1 sigri. Men stutt fyri leiklok fekk Tottenham brotsspark, sum innskifti Harry Kane setti trygt í netið, soleiðis at endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 2-2.
Dystirnir í FA Cup í dag:
Oxford United – Swansea 3-2
Carlisle United – Yeovil Town 2-2
Chelsea – Scunthorpe 2-0
Tottenham – Leicester 2-2
Cardiff – Shrewsbury 0-1