Ein skaði í baklærið í finaludystinum í Carling Cup móti Aston Villa er orsøkin.
Michael Owen fór av vøllinum eftir bert 42 minuttum, og varð útskiftur fyri Wayne Rooney, sum skoraði vinnandi málið.
Sir Alex Ferguson sigur, at hetta er ein svárur missur. Hann er úti fyri kappingarárið.
- Tíverri er tað verri enn vit fyrst hildu. Hann fer undir skurð árla mánadagin, sigur Ferguson.
Hetta forðar eisini Michael Owen í at verða tøkur til HM í SuðurAfrika við Onglandi.
Yrkistíðin hjá Michael Owen hevur verið nógv merkt av skaðum, og hevur hann, síðani hann skrivaði undir fyri Manchester United í summar, bert verið við í 19 dystum, í 14 av teimum er hann komin inn av bonkinum.