Michael Owen sigur nú, at hann roknar við at vera á vøllinum aftur, áðrenn kappingarárið er av. Owen noyddist annars av vøllinum við krossbandsskaða, tá Ongland spældi móti Svøríki í HM-kappingini í summar, og síðani hevur hann stríðst fyri at vinna førleikan aftur. – Enn er nógv arbeiði eftir at gera, men eg síggi framgongdina, og eg gleði meg til tann dagin, tá eg aftur kann spæla í Premier League. Og tann dagurin kemur vónandi, áðrenn hetta kappingarárið er av, sigur Owen.