Álopsspælarin Michael Owen fekk ein álvarsaman knæskaða undir HM-endaspælinum í Týsklandi, men líkt er til, at skaðin er eitt sindur minni álvarsamur enn fyrst roknað við. Nýggjar kanningar av knænum vísa, at bert tað fremra krossbandið í knænum er slitnað, og tað hevur við sær, at Owen kann koma skjótari fyri seg aftur. Roknað var við, at Owen fór at spæla millum lítið og einki í næsta kappingarári, men nú er møguleiki fyri, at hann kann vera aftur á vøllinum um ársskiftið.










