Tiltikni málskjúttin og álopsspælarin Michael Owen spælir í løtuni sum álopssinnaður miðvallari á liðnum hjá Newcastle.
- Tað er hansara pláss í Newcastle í løtuni. Eg havi sagt honum, at har kann hann gera mest nyttu fyri okkum í løtuni, og hann heldur, at tað er fín. Eg haldi, at honum dámdi heilt væl at spæla á plássinum, sigur Kevin Keagan, venjari hjá Newcastle.