Owen bíðar eftir Newcastle

29 ára gamli Michael Owen hevur framvegis mál í beinunum, og í gjár skoraði hann sjeynda málið í Premier League í ár, tá Newcastle vann á Portsmouth. Sáttmálin hjá Owen við Newcastle gongur út í summar, men Owen sigur seg vera sinnaðan at halda fram í felagnum. - Eg bíði eftir, at felagið kemur við einum uppleggi, og so taki eg støðu til tað, sigur Michael Owen við Sky Sports.