Owen sleit krossbandið, tá Ongland seinasta summar spældi móti Svøríki í HM-endaspælinum, og síðani hevur talan verið um uppvenjing.
Í gjárkvøldið var hann so fyri fyrstu ferð aftur á Newcastle-liðnum, men tað hjálpti lítið hjá felagnum, sum tapti 1-0 fyri Reading.