Fyri tey allar flestu er tað vandaleyst at verða stungin av eini vespu. Tað er vanligt, at tú fært ilt og at húðin verður hovin har, sum tú verður stungin. Summi eru tó ovurviðkvøm, og tá er støðan álvarsligari. Kennir man seg ússaligan ella fær vaml, eftir at verða stungin av vespu, er best at ringja til lækna, tí tað kann vera tekin um ovurviðkvæmi. Ovurviðkvæmi kann vera vandamikið, og tí er umráðandi at geva sær far um tey tekini, ið kroppurin gevur tær.
Holger Mosbech, serlækni á Gentofte Hospital, sigur í danska miðilinum Lokalavisen, at ein skal søkja sær læknahjálp undir hesum umstøðunum:
· Tú verður stungin í munnin, lungnapípu, ella í hálsin
· Fært notusótt
· Verður ússaligur og svimbul
· Hevur havt ovurviðkvæmi fyrr og ikki hevur rættan heilivág tøkan
Læknin mælir til,at tú skákar tær undan vespuni soleiðis:
· Ver í skóm, tá tú ert úti
· Ver varin, tá tú etur og drekkur úti
· Ver varin, tá tú arbeiðir í urtagarðinum
· Ver í klæðum, sum liggja at kroppinum, so vespan ikki verður fangað í klæðunum
· Ikki kveistra vespuna burtur, um tú ikki ert vísur í, at hon doyr av smeitinum
· Til ber at brúka ein ketsjara við battarí til at drepa vespur og flugur við. Tað verða vespurnar ikki upp østar av.
Visti tú?
Um man er so óheppin at blíva stungin av eini vespu, so er eitt av teimum vísindaligu ráðunum at leggja eitthvørt heitt á húðina, har stingið er. Høgni Holm, lívfrøðingur, sigur, at tað er prógvað, at verður eitthvørt, ið er á leið 50-55 °C lagt á stingið í fimm til seks minuttir, so kann hitin gera eiturið óskaðiligt. Hitin kann koma frá hitapútu, einum teposa ella líknandi