Ovurstórur eftirspurningur eftir íbúð í Keypmannahavn

At nógvir føroyingar leita sær eftir íbúð í danska høvuðsstaðnum, mátti ein lýsari hjá Sosialinum sanna, tá hann setti eina íbúð mitt í Keypmannahavn til leigu í lýsingartorginum.

Eftirspurningurin eftir einari íbúð í Keypmannahavn hevur leingi verið ovurstórur, eisini millum føroyingar, sum manna ein so stóran part av íbúðunum í Keypmannahavn, at býurin er uttan iva Føroya næststørsti býur máldur eftir ?føroyingatali?.
Á flestu hægri útbúgvingarstovnum í Danmark byrjar undirvísingin 1. september, og tí er trýstið á íbúðarmarknaðinum serstakliga høgt í august mánað á hvørjum ári.
Føroyingar, sum skulu til Danmarkar í lestrarørindum í hesum døgum, hava av tí sama ikki nakra lætta uppgávu, tá tey royna at finna sær tak yvir høvdið. Tey lesandi, sum fara til Keypmannahavnar, hava ta torførastu uppgávuna, tí har er trýstið á íbúðarmarknaðin størst.
Hetta mátti ein lýsari hjá Sosialinum sanna, tá hann herfyri setti eina íbúð mitt í Keypmannahavn til leigu á lýsingartorginum her í blaðnum. Tí áðrenn prentblekkið á avíspappírinum var tornað, byrjaði ein rættiligur telefonstormur.
- Fyrsta kvøldið ringdu eini tjúgu ymisk fólk eftir íbúðini. Dagin eftir tók eg als ikki telefonina, sum ringdi áhaldandi allan dagin. Tá eg fór at hyggja eftir vóru yvir tjúgu ymisk nummur, undir ?ubesvarede opkald?, sigur lýsarin, sum rættiliga varð tikin á bóli av stóra eftirspurninginum.
 
Ung pør
Meginparturin av teimum, sum ringdu, vóru ung pør, ið skuldu flyta niður til Keypmannahavnar í næstum, tí annar ella bæði skuldu fara undir eina útbúgving.
- Tað hoyrdist á fleiri av teimum, at tey vóru rættiliga rædd fyri als ikki at fáa nakað at búgva í, og at tað lá stórt trýst á teimum, greiðir lýsarin frá.
Prísurin, sum lýsarin tók fyri íbúðina, var rættiliga sámiligur sammett við marknaðarprísin fyri aðrar líknandi íbúðir í Keypmannahavn, og tað hevur kanska vaksið enn meira um áhugan. Men vildi hann tað, kundi lýsarin uttan iva fingið nógv meira fyri íbúðina, tí tilboðini vantaðu ikki.
- Fleiri av teimum, sum ringdu, lótu meg skilja, at tey vóru til reiðar at gjalda meira enn tann prísin, eg hevði sett, og so stórur sum eftirspurningurin var, kundi eg uttan iva sett prísin upp við eini 50 prosentum uttan at tað av teirri orsøk gjørdist verri at leiga hana út, sigur lýsarin. Hann hevði tó ongan áhuga í at útnytta støðuna soleiðis og leigaði heldur íbúðina út til tann fyrsta persónin, sum tók av. Eftir tað var bara eftir at siga nei til øll hini, sum ringdu.
Lýsarin hevði upprunaliga biðið um, at lýsingin skuldi setast í blaðið tríggjar ferðir, men mátti sanna, at eina ferð var ivaleyst og heitti tí á blaðið um ikki at prenta lýsingina aftur.
- Eg væntaði ongantíð at tað fór at vera trupult at leiga íbúðina út, men at tørvurin er so stórur, kom óvart á meg, sigur lýsarin.
 
Havnarfólk fyrst
Sum flestum kunnugt, verða føroysku bløðini borin haldarum í Havn kvøldið fyri útgávudagin, meðan haldarar uttan fyri Havnina fáa bløðini við postinum útgávudagin. Tað gevur fólki búsitandi í Havn ein ávísan fyrimun, tá tey leita eftir einhvørjum í lýsingartorginum hjá Sosialinum.
Men á Internetsosialinum ber til hjá øllum at síggja lýsingarnar á lýsingartorginum longu áðrenn blaðið verður borið út. Ikki er neyðugt at vera haldari av blaðnum fyri at fáa atgongd til lýsingartorgið á netinum. So sjálvt fólk á útoyggjum við ringum postsambandi hava møguleika at verða tey fyrstu at síggja eina lýsing á lýsingartorginum.