Ovurstórt ísfjall brotnað av grønlendskum jøkli

Eitt ovurstórt ísfjall, sum er meiri enn tvær ferðir so stórt sum oyggin Manhattan, er brotnað av Peterman-jøklinum, sum er í útnyrðingspartinum av Grønlandi. Sagt verður, at sambært myndum, sum fyglisveinar hava tikið, er ísfjallið 120 ferkilometrar stórt.

Petermann-jøkulin er tann norðasti í heiminum, og tað vakti stóran ans millum veðurlagt- og pólgranskarar, tá meiri enn 200 ferkilometrar brotnaðu burtur av jøklinum fyri tveimum árum síðani. Hetta var tað størsta ísfjallið, sum nakrantíð er skrásett í Grønlandi.

Vísindafólk og umhvørvisfelagsskapir bera ótta fyri, at tað, sum hendir við Peterman-jøklinum, er ein fráboðan um, at grønlendski innlandsísurin fer at tiðna skjótari, enn vísindin hevur hildið.