Tað ovurstóra ísfjallið, sum loysnaði frá Petermann-jøklinum í Grønlandi í august, rekur nú spakuliga ígjøgnum tað smala Nares-sundið millum Grønland og Kanada. Ísfjallið er einar 260 ferkilometrar stórt og einar 200 metrar til tjúkt, og granskarar stúrdu fyri, at tað kundi taka botn og órógva skipaferðsluna har á leiðini.
Men nú vísa myndir hjá fylgisveinum, at ísfjallið er farið í tvíningar eftir at hava rent á eina lítla oyggj í Nares-sundinum.
Amerikanskir granskarar siga, at tey bæði ísfjøllini reka ímóti Ný Funnalandi, men teir vænta ikki, at tey fara at bera við land fyrr enn í fyrsta lagi um eini tvey ár. Men tá verða tey eisini munandi minni enn nú, siga granskararnir.