Ovurstórar sparingar í Spania

Undirhúsið í spanska tjóðartinginum samtykti seinnapartin eina umfatandi spariætlan, sum ber í sær, at tað almenna skal spara 39 milliardir evrur. Ætlanin hevur ført til nógv mótmælistiltøk, og aftur í dag vóru túsundtals fólk í gøtunum og mótmæltu skerjingunum.

Stjórnin í Madrid sigur, at tað slept ikki undan at skarva av teimum almennu útreiðslunum fyri at fáa tamarhald á tí almenna rakstrinum. Men tað hevur ikki sissað fólk. Tey vilja ikki góðtaka, at lønin minkar, at fólk verða søgd upp, at allar almennar veitingar eru minkaðar, og at skattur og avgjøld veksa. Fakfeloøg og onnur hava tí mælt til framhaldandi mótmæli.

Arbeiðsloysið í Spania er um 25 prosent umleið 50 prosent millum tey yngru.