Ovurstór lægd á Antarktis

Eitt altjóða lið av granskarum hevur funnið eina ovurstóra lægd á Antarktis, og granskararnir eru ikki í iva um, at lægdin stavar frá einum rúmdarsteini, sum hevur rakt Jørðina eina ferð í tíðini.

Lægdin er 480 kilometrar í tvørmát, og tí halda granskararnir, at hesin rúmdarsteinurin hevur verið næstan tíggju ferðir størri enn tann, sum útruddaði dinoseurarnar fyri 250 milliónum árum síðani. Eingin veit, hvat tann rúmdarsteinurin rakti Jørðina, men hildið verður, at lægdin eftir hann hevur verið einar 50 kilometrar í tvørmát.

Higartil hava granskarar hildið, at ein 180 kilometrar breið lægd í Meksiko er størsta sárið, sum Jørðin hevur fingið eftir samanstoyt við ein rúmdarstein. Tann "nýggja" lægdin á Antarktis bleiv funnin í samstarvi við amerikonsku rúmdarumsitingina NASA, tí tað vóru serútgjørdir fylgisveinar hjá NASA, sum funnu hana, skrivar Aftenposten.