DÁLKING
Tað verður dálkað ógvuliga illa í Føroyum. Í Føroyum er útláti av CO2 (koltvíilt) millum tey hægstu í øllum heiminum, og hetta eru skelkandi tøl, tá hugsað verður um, Føroyar vanliga verða roknaði fyri at vera eitt umhvørvisliga gott stað í heiminum.
Ùtvarp Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at síðani 1995 hevur tað eydnast so at siga øllum teimum londum, sum Føroyar vanliga sammeta seg við at fáa minkað um útlátið av vakstrarhúsgassum. Men her á landi gongur tað skeiva vegin: Síðani 1990 eru samlaðu nøgdirnar av koltvíiltu í Føroyum hækkaðar 11 prosent.
Eyðun Elttør er landsstýrismaður í oljumálum. Hann sigur, at tað kom óvart á hann, at dálkingin var so ring í Føroyum. Hann ætlar nú at fara at kann, hvørji stig skulu takast víðari fyri at minka um dálkingina aftur.