Tað er ymiskt hvørja ávirkan tað hevur á barnið, tá foreldur hyggja ov nógv í fartelefonina gjøgnum dagin. Børn hava ymiskar tørvir í ymiskum aldri, og tað ávirkar barnið meir, um aðrir tørvir ikki eru møttir ella barnið annars er útsett.
-Børn hava ymiskar tørvir í ymiskum aldri, hóast tey altíð hava brúk fyri at fáa fult uppmerksemi í øllum aldri, sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur.
-Tað ringasta er, tá man sær eina mammu, sum er fráverandi frá smábarni, tí hon hyggur í telefonina, tí í hesum aldrinum tørvar barnið nógv og gott beinleiðis samband, sigur hon.
Hetta merki tó ikki, at børn ikki tola, at foreldur teirra hyggja í og nýta fartelefonina av og á, ella eru upptikin við onkrum, sum ikki viðurkemur barninum av og á, men umráðandi er at finna ein javnvág, og tíverri tykist tað, sum foreldur geva fartelefonini alt ov nógv uppmerksemi.
- Børnini tola væl, at tey ikki fáa uppmerksemi frá foreldrum sínum alla tíðina. Børn kunnu gott spæla einsamøll og tola gott, at undirhalda seg sjálvi, men bert um tey vita, at tey fáa fult uppmerksemi, tá tey søkja foreldrini. Um foreldrini alla tíðina eru onkra aðra staðir, fær barnið ikki sama ró yvir seg. Barnið vil hava, at foreldrini eru trygga basan, sigur Kathrina Lindenskov Holm.
Kathrina Lindenskov Holm leggur afturat, at børn hava ymiskar kensluligar tørvir, og tørvirnir broytast í gjøgnum lívið. Smábørn hava stóran tørv á, at foreldrini koma at kenna tað væl og virðiliga, og tað kunnu tey bert, um tey tjúna seg inn.
-Fyrr sótu mammur og royktu við barninum í fanginum, og nú øtast vit, tá vit síggja tað. Hetta er broytt nú, men telefonin er minst líka vandamikil, bara hon dálkar kensluliga við at taka frá nærveruni við barnið, í staðin fyri kropsliga, sum sigarettin ger, sigur sálarfrøðingurin.










