Ovurkátir ungdómar

Fleiri av teimum, sum koyrdu eftir Hvítanesvegnum í morgun, mundu gerast ov sein til arbeiðis. Ovurkátir ungdómar hugnaðu sær við at órógva ferðsluna Eini 70 ungdómar, sum ganga seinasta árið í Hoydølum, hugnaðu sær í morgun við at tarna ferðsluni, ið koyrdi eftir Hvítanesvegnum.

Orsøkin til hetta ovurkæti er, at tey nú bert hava 20 dagar eftir at ganga í skúla, áðrenn lesifrítíðin byrjar.

Tey høvdu gjørt seg út við ballónum og blómum, sum tey góvu bilunum, sum koyrdu framvið, men skjótt var hetta uppi, og so royttu tey sær hoysoppar at tveita á bilarnar.

Løgreglan kom á staðið, men ungdómarnir gjørdu einki herverk, teir vóru bert kátir. So løgreglumenninir uppgóvu at gera nakað, og fóru skjótt av staðnum aftur.

Tað skapti seligan jubil, tá lastbilar og bussar, sum koyrdu framvið, togaðu í lúðurin, men alt fór friðarliga fram.

Ungdómarnir sóu út til at hava hugnað sær alla náttina, og teir vóru ikki bangnir fyri at siga, at teir beint út skulkaðu í dag