4 Lørdags-Pizza fyri 100 kr!, 5 1½ litur sodavatn fyri 50 kr!, 3 Twix fyri 13,95! ...
Hvønn dag verða vit bumbaði við ágangangandi bønum um at keypa størri og størri mongdir av einamest ósunnum matvørum. Og tilboðini gerast bara fleiri, sum vera man, tí handilsfólk hava funnið út av, at fólk hoppa uppá tey, hóast tey hvørki hava gott av ella brúk fyri stóru mongdunum.
Et meir!
Sjálvt um kundin kanska als ikki hevði Pizza í huganum, tá hann fór frá húsum, letur hann seg lokka kortini, tá hann nú kann fáa fýra fyri bert 100 kr. Og tá Pizzairnar nú kortini eru keyptar, hví so tíma at fara í holt við at gera fiskafrikadellurnar, sum tú kanska ætlaði at hava til døgurða ... Og hóast ongin sigur, at tær nýtist at eta øll trý Twixini, fyri tað um tú keypti tey, vísir tað seg, at tað netupp er tað, vit gera. Sostatt er fjalda dagsskráin hjá matvøruframleiðarum eisini eydnast. Sambært fitigranskaranum, Kelly Brownell á Yale University, framleiða og prísáeta matvøruframleiðarar sínar vørur við júst tí fyri eyga, at fáa fólk at eta meira. Hetta kemur sum so ikki óvart á nakran, men úrslitið er, at alsamt fleiri fólk eta nógv meir, enn tey hava tørv á.
Men kann tað bera til, at fólk eta meira, bara tí tey hava møguleika til tað? Ja, sigur Brownell, tí stórar mongdir av mati skunda undir nakrar heilt ávísar instinktivar reaktiónir hjá teimum flestu. Kanningar vísa nevniliga, at:
· Jú meir mat vit fáa, jú meir eta vit
· Vit viga ikki upp móti ováti við at eta minni til næsta máltíð
· Atgongdin til stórar mongdir av mati doyvir okkara nátúrligu kenslu av, nær vit eru mett
Rákið at lokka fólk við stórum mongdum av mati vindur eisini meir og meir uppá seg innan matstovumentanina. Og tað eru ikki bara burgararnir á Burger King og McDonalds sum eru bólgnaðir til Kings Size og Mega Size støddir. Eisini bjóða flestu matstovur ymsar útgávur av sjálvtøkuborðum, har gestirnir kunnu eta so nógv, teir vilja, fyri ein sera sámuligan prís. Royndir vísa nevniliga, at møguleikin fyri at fólk yvirhøvur koma inn á matstovuna er munandi størri, um tey vita, at tey kunnu eta so nógv, teimum lystir.
Eisini tær einstøku matvørurnar í handlunum, serstakliga slikk, kips og sodavatn, eru vorðnar rúgvusmiklari seinnu árini.
Nøkur dømi
Vøra Størsta portión Ár
Coca Cola: 190 ml 1972
2000 ml 2004
Haribo
Bommposi 57 g 1993
250 g 2004
Frisko
Ísur 90 g 1989
260 g 2004
Estrella
Taffelchips 100 g 1959
300 g 2004
Soltnar máltíðir snýta
Tað kann neyvan undra, at kanningar nú vísa eitt neyvt samband millum útboðini av mati og stóra trupulleikan við ovurfiti. Alt bendir á, at vektin hjá fólki nærum er økt í takt við vøksturin á matstøddunum. Fyri at gera ilt verri gerast ósunnar og feitar matvørur alsamt bíligari meðan sunnu og soltnu vørurnar gerast dýrari. Afturat tí kemur, at húski í vesturheiminum ongantíð fyrr hava brúkt so lítið av síni privatu penganýtslu til matvørur. Í 1948 brúktu danir 48% av privatu penganýtsluni til matvørur, meðan talið í 2001 var komið heilt niður á 17%.
Í eini roynd at basa ovurfitanum eru fólk farin at eta lættivørur, sum ongantíð fyrr. Tað finst nú neyvan nakað slag av matvøru, sum ikki eisini er at finna í eini soltanir útgávu, og hóast hesar sum oftast eru dýrari, enn upprunaliga vøran, eru lættivørurnar sera væl umtóktar í stríðnum móti vektini. Trupulleikin er bara, at fólk halda seg kunna eta nærum óavmarkað, bara tað stendur light, 5 % feitt ella okkurt líknadi á vøruni. Úrslitið er, at ein soltin máltíð ofta endar við at innihalda munandi meir kaloriur, enn ein vanlig máltíð hevði gjørt.
Og ímeðan skilja fólk ikki petti av, hví tey ikki klænka ...
Keldur: Monitor, Vol. 35, No 1, January 2004
Rapport fra Ernæringsrådet, Den danske fedmeepidemi, 2003









