Ovurfegnir HB-arar

Tróndur Arge fekk orðið á fleiri HB-arar aftaná dystin

Effodeildin: Tað var ein stór ektað gleði á HB-spælarunum, tá Tróndur Arge fekk orðið á teir, aftaná 1-0 sigurin ímóti TB, og HB var staðfestur føroyameistari.

 

Tróndur Arge fekk orðið á Kristin og Christian Restorff Mouritsen, umframt veteranin, Andrew av Fløtum, og Fróða Benjaminsen, liðskipara.

 

Fróði Benjaminsen vil ikki avdúka enn hvørt hann spælir fótbólt í effodeildini næsta kappingarár.

 

Undir myndini ber til at hoyra prátini Tróndur Arge hevði við teir fegnu FM-vinnararnar. Fremst ber til at hoyra 1-0 málið hjá HB, og seinastu løtuna av dystinum.