Tað kom helst óvæntað á tey flestu, at tað skuldi verða bólkurin Diatribes við manning fyrst og fremst úr Havn, men tó einum limi úr Hósvík, ið fór avstað við sigrinum leygarkvøldið. Sjálvir vóru limirnir í Diatribes eisini púra ovfarnir av, at teir skuldu enda á ovastu rókini.
Vóru við at pakka saman
Eftir at Visible Fish høvdu ognað sær annaðplássið, høvdu teir í Diatribes lítlar vónir um, at teir skuldu sleppa við í finaluna um Prix Føroyar 99.
Diatribes vóru tó sera væl nøgdir við sítt avrik á Strondum leygarkvøldið, og teir vistu, at tey hevði gingið stak væl hjá teimum, og tískil vóru teir klárir til at fara til húsa aftur við røttum ryggi.
Teir vóru farnir at pakka útgerðina saman, men teir løgdu tó til merkis, at ymisk fólk frá fjølmiðlunum, sum óivað vistu samlaða úrslitið, byrjaðu at flokkast um teir, og tí fingu teir ein lítlan illgruna um, at teir møguliga høvdu staðið seg serliga væl.
Tá ið teir so hoyrdu frásøgumannin siga, at vinnandi bólkurin var Diatribes stóð teir fyrst sum kánus, áðrenn teir lupu um hálsin á hvørjum øðrum og hoppaðu og dansaðu av berari frøði.
Teir vóru milt sagt yvirraskaðir, tí at teir høvdu ikki væntað, at teir fóru at enda framman fyri bólkar so sum Visible Fish, Wild Child, Ipkiss og aðrar. Teir høvdu vónað, at teir við eitt sindur av hepni kundu ogna sær annaðplássið, men tá ið Visible Fish vann sær hetta plássið, vóru teir sannførdir um, at kappingin var at enda komin fyri teirra viðkomandi.
Tað tók eisini sína tíð, frá teirri løtu, at vinnarin var almannakunngjørdur, til Diatribes vóru klárir at framføra eitt eykalag. Limirnir í bólkinum vóru so fegnir, at teir vistu ikki hvørjum beini, teir skuldu standa á, og teir høvdu trupult við at taka seg saman og gera klárt til eykalagið.
Rókur Jakobsen, sangari í Diatribes, sigur við Sosialin, at tað var ein fyrimunur, at teir spældu so seint í kappingini leygarkvøldið, tí at tá var fólk komið, so at teir ikki spældu fyri tómari høll, so sum teir fyrstu bólkarnir gjørdu. Hinvegin sigur Rókur, at teir mettu tað sum ein vansa, at teir skuldu spæla beint undan Visible Fish, ið sum kunnugt er ein eysturoyarbólkur, og limirnir í Diatribes mettu undan kappingini, at Visible Fish hevði áskoðarafjøldina í rygginum, og at tað tí fór at verða torført at spæla beint áðrenn sjónligu fiskarnar. Soleiðis var tó ikki, tí áskoðarafjøldin tók stak væl ímóti teimum, og hetta hevur ógvuliga nógv at siga, sigur Rókur Jacobsen og leggur aftrat, at tað er spell hjá teimum bólkunum, sum spæla fyrst, at teir skulu spæla fyri tómari høll.
Spæla melodiskan rokk
Diatribes hevur verið kent fyri at spæla harðan rokk, men síðani teir hava fingið nýggjan sangara og ein nýggjan gittarleikara, hevur bólkurin skift stíl, og sjálvir siga teir, at teir nú spæla meiri melodiskan rokk.
Tað hevur kravt eitt sindur av venjing hjá Diatribes at skifta spælistíl frá tí meiri villa til tann meira melodiska rokkin, men Rókur Jakobsen sigur, at teir hava neyvan vant meira enn hinir bólkarnir, sum taka lut í Prix Føroyar.
Ein stór hjálp hjá bólkinum hevur verið Ólavur Jacobsen, ið hevur virkað sum á ein ella annan hátt hevur virkað sum ráðgevi hjá bólkinum. Hann hevur lurtað eftir teimum, tá ið teir hava vant, og so hevur hann givið teimum uppbyggjandi kritikk, sum teir so hava lært av.
Diatribes
Tey flestu vita neyvan, hvat ið orðið Diatribes merkir. Soleiðis var eisini hjá blaðfólkinum, og tískil spurdu vit trummusláaran í Diatribes, Rana H. Christiansen, hvagani navnið kemur.
Rani greiddi frá, at tá ið bólkurin var settur á stovn upprunaliga, sótu teir ein dagin og leitaðu eftir einum navni til bólkin. Teir funnu sær ensku orðabókina Oxford's Advanced Learners fram, og so sótu teir og hugdu hana ígjøgnum fyri at vita, um teir har funnu eitt gott navn. Í orðabókini komu teir so fram á orðið Diatribes, sum merkir eitt ógvusligt álop, tað verði seg skrivliga ella munnliga.
Limirnir í bólkinum siga, at teir nú av álvara fara at spenna seg út til finaluna í Prix Føroyar í apríl mánaða, og teir fara at venja nógv, og tá ið so finalan verður, fara teir at geva seg fult út og nakað væl aftrat.










