TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Jóannes Bjartalíð, sum gjørdist stóra hetjan hjá KÍ í dag við at skjóta bæði málini, tá KÍ vann 2-0 á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í kvøld.
Í samrøðuni greiðir Jóannes Bjartalíð frá báðum málunum, har hann eisini krediterar Súna Olsen fyri góð innlegg.
Jóannes Bjartalíð er ovurfegin um, at KÍ nú er at finna har tað er stuttligt at verða á stigatalvuni.