Ovurfegin málskjútti

Fyri einari viku síðani segði abbin við Rás 2, at Martin Olsen fór at verða minst líka góður sum stóribeiggin, Súni, um ikki betur. Og leygardagin staðfesti Martin við avgerandi málinum ímóti NSÍ, at heilt einki er ikki um spádómin hjá hinum gamla, sum enntá er uppkallaður.

– Hetta var øgiliga gott hjá okkum, tí hetta var akkurát tað, vit høvdu brúk fyri eftir ein vánaligan dyst ímóti EB/Streymi mánakvøldið. Tað byrjaði ikki so væl í dag, men vit komu sterkt aftur, og tað var øgiliga deiligt, segði 19 ára gamli víkingurin eftir dystin við Løkin.

– Vit spældu ræðuligt í fyrra hálvleiki, tá vit einki fingu at hanga saman, men í seinna hálvleiki komu vit sterkt aftur. Nú eru vit longu aftur uppi ímóti toppinum, og har ætla vit at verða, so hví ikki bara byrja beinanvegin.