Ovurfegin Fabregas

Cesc Fabregas hálovar nú styrkini hjá spanska landsliðshópinum, eftir at Spania við áttanda sigrinum á rað hevur vissað sær oddasessin í bólki fimm. Hesar ferð gjørdist talan um 3-0 sigur á Estlandi, og hesa ferð hevði landsliðsvenjarin skift út á fýra plássum. – Vit hava ein somikið sterkan hóp, at tað er ikki rúm fyri øllum. Tað stendur í øllum førum greitt, at vit hava ein serstakliga breiðan hóp, har vit hava nógvar møguleikar fyri at skifta út, sigur Frabregas við enska Soccernet.