Hóast ovnarnir á myndini minna meira um teir væl kendu og vøkru Morsø-ovnarnar, eru tað næmingarnir á Tekniska skúla í Havn, ið hava gjørt teir. Teir læra til plátu- og konstruktiónssmiðir á ymsum smiðjum í landinum og ein part av lærutíðini eru teir í skúla. Seinasta skeiðið á skúlanum hava lærlingarnir fingist við at gera hesar ovnarnar.
Næmingarnir siga, at teir hava ikki nýtt meira enn seks vikur at gera ovnarnar. Teir síggja ógvuliga snøggir út og kunnu setast í allar fínar stovur. Teir eru gjørdir til at leggja brenni í, so tað kann í roynd og veru vera ein opin eldstaður.
Ovnarnir eru gjørdir úr vanligum stáli og eru tí ikki serliga tungir. Ovnarnir kunnu tískil flytast lættliga og eru lættir at hava við at gera.