Fiskivinna
Heima á Sandi:
?Ver ikki býttur, tað er ovmikið at gera, og vit hava arbeitt út í eitt síðan á nýggjárinum, letur Harry Hentze, arbeiðformaður hjá Sandoy Seafood Heima á Sandi, at.
Jú, tað er nokk at gera, og mánamorgunin kom Eysturbúgvin fullur undir lúkurnar at landa. Upsi. Eini 200.000 pund ella so, meta teir. Og makkarin, Vesturbúgvin, mann hava nakað tað sama í Vestmanna, verður mett. Teir hava bara roynt í eini trý samdøgur, vita teir at siga á bryggjuni Heima á Sandi.
Teir byrjaðu at landa um miðjan fyrrapartin, siga teir, og tað gongur hampiliga skjótt.
Tað stendur ein maður á bryggjuni við eini trakt, sum er fest í eina slisku uppi á skipinum. Hann heldur traktini inn yvir ein av mongu køssunum, sum standa á bryggjuni, og so hvørt sum upsarnir koma ígjøgnum, fara teir beinleiðis í kassan.
Tá fult er, flytir hann til næsta kassan, um ikki truckurin longu frammanundan hevur verið og skumpað tómu kassarnar nærri traktini, so maðurin sleppur undan at flyta seg.
Betri slag
Tað gongur ein bláklæddur maður við skeggi á bryggjuni. Undir húgvu við áskriftini Sandoy Seafood. Tað er arbeiðsformaðurin, Harry Hentze.
Jú, hann er nøgdur við gongdina, sum er. Tá nokk er at gera til allar hendur, stendur bara væl til, heldur hann.
Esiini fegnast hann um, at slagið, teir fáa nú, er betri, enn tað hevur verið fyrr í ár.
Vesturbúgvin, sum liggur og landar eftir ein roktúr, hevur heldur størri upsa, enn hann hevur havt.
Teir flekja tann stóra fiskin, greiðir Harry frá, meðan tann smærri verður skorin til flak og frystur. Saltfiskurin verður arbeiddur Heima á Sandi, meðan tað frysta verður arbeitt í Skopun.
Fyrr varð selt nakað væl av feskum eisini, sigur formaðurin, men tað er mestsum dottið burtur nú.
Nógvur útróður
Tann størri parturin hevur verið upsi, sum Sandoy Seafood hevur fingið frá skipunum, greiðir Harry Hentze frá.
Men eisini hevur væl av toski verið at fingið frá útróðrarbátunum, sum hava verið nógvir í oynni í vár.
Hann sigur, at fleiri fremmandir bátar hava hildið til á Sandi og í Skopun seinnu tíðina. Tað hava bæði verið bátar úr Havn og eisini nógvir suðringar, sum komu norðaneftir, haðani teir rýmdu, tí ov lítið var at fáa, og kanska eisini tí, at veðurlíkindini heldur ikki vóru tey bestu.
Tað hava verið dagar, har upp til 70 bátar hava avreitt í Skopun og umleið 50 á Sandi, sigur Harry Hentze.
Hann ivast ikki í, at tað eru friðingarnar, sum gjørdar vórðu vestanfyri, sum eru orsøkin til, at so væl hevur verið at fingið hjá snellubátunum í Vesturhavinum í vár.
Tað arbeiða reiðiliga 100 fólk á Sandoy Seafood, tá tað er upp á tað mesta. Eini 40 á Sandi og umleið 70 í Skopun, sigur Harry Hentze, arbeiðsformaður á Sandi.