Óvist við Anitu

- Í løtuni er tað manningin, sum skal sendast av landinum, ið hevur fremstu raðfesting, sigur Søren Christiansen.

- Í løtuni er tað manningin, sum skal sendast av landinum, ið hevur fremstu raðfesting, sigur Søren Christiansen.

 

Hann arbeiðir kortini á tveimum frontum, tí meðan manningin hevur fyrstu raðfesting, so eru tað eisini gørn, sum standa úti hjá Anitu.

 

- Eg dugi ikki at siga í løtuni, hvussu tað verður við Anitu. Eg kann heldur ikki siga, hvussu tað verður við manning á bátinum, men vit arbeiða við málinum, sigur Søren Christiansen.

 

Hann sigur, at vandin við útistandandi gørnunum ikki er so stórur, tí teir vita hvar tey standa.

 

- Gørnini kunnu sjunka, so tað er ein vandi fyri, at vit noyðast at dreggja eftir teimum. Men tað er so tað, sigur Søren Christiansen.

 

Rættarfundur var í gjár í sambandi við hendingina, tá ein maður av Anitu sló út undir seting av gørnunum.