Óvist um Sjálvstýri stillar upp til býráðsval í Havn

Bjørn á Heygum, sum stóð á odda hjá Sjálvstýrinum í Havn, eru koyrdur úr flokkinum, sum einki valfelag hevur í høvuðsstaðnum

Tað er óvist, um Sjálvstýri stillar upp til býráðsvalið í Havn hesaferð. Tað sigur Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri.

Bjørn á Heygum, sum var formaður í Sjálvstýrisfelagnum í Streymoy sigur, at hann einki hevur við hetta at gera longur, tí hann er ikki limur í flokkinum meir. Hann varð herfyri koyrdur úr flokkinum saman trimum við øðrum.

Orsøkin var, at limirnir fóru ímóti floksleiðsluni, tá ið ein av teimum fýra, Sofus Hansen, vendi sær til løgmálaráðið fyri at fáa innsavnaðu undirskriftirnar, sum vóru sendar ráðnum til góðkenningar í sambandi við uppstilling hjá flokkinum, og hann fekk tær.

Hetta var ímóti viljanum hjá landsnevndini, hevur Sámal Petur í Grund áður sagt.

– So hatta mást tú spyrja onkran annan um, sigur Bjørn á Heygum,

Sámal Petur í Grund, landsnevndarforaður í Sjálvstýri, sigur, at nakrar fyrireikingar hava verið gjørdar til uppstilling í høvuðsstaðnum, men enn er ikki greitt, um Sjálvstýri fer at stilla upp. 

Flokkurin hevur í mong ár havt umboð í Tórshavnar býráð. Tann síðsti var Ronald Poulsen, sum seinast varð valdur í býráðið í Havn á býráðsvalinum í 1996. Hann kom í býráðið, tá Ebbe Mortensen doyði á sumri í 1980 og varð valdur í býráðið í desember sama ár. Hann sat frá 1980 til 2000 í býráðnum, burtusæð skeiðið frá 1988 til 1992, tá Sjálvstýrisflokkurin ikki varð umboðaður í Tórshavarn býráð.

Soleiðis hevur atkvøðutalið hjá Sjálvstýrið verið til býráðsvalini í Tórshavnar kommunu síðani 1996:

Sjálvstýri 1996: 600 atkvøður

Sjálvstýri 2000: 479 atkvøður

Sjálvstýri 2004: 354 atkvøður

Sjálvstýri 2008: 539 atkvøður

Sjálvstýri 2012: 208 atkvøður

Sjálvstýri 2016: stillaði ikki upp

Sjálvstýri 2020: 20 atkvøður

##med2##