Óvist um børn verða koppsett fyri koronu

Tað er eitt læknafakligt tilmæli at vit gera tað, men tað er ein politisk avgerð um tað verður sett í verk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Enn er støða ikki tikin til um børn í aldrinum frá 5 – 11 ár, eisini skulu koppsetast fyri koronu í Føroyum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum.

 

Annars hevur hann fingið eitt læknafakligt tilmæli um at seta tað í verk. Tummas í Garði, limur í koppsetingarbólkinum, sigur, at koppsetingarbólkurin tekur undir við og barnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum taka eisini undir við.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann hevur tað læknafakliga tilmælið at halda seg til, men tað er ein politiskur spurningur um tað læknafakliga tilmælið verður fylgt. Hann sigur eisini, at tann politiska viðgerðin er ikki liðug enn – og hann dugir heldur ikki at siga, nær tann politiska viðgerðin verður liðug.

 

Men hvat úrslitið verður, fer hann ikki at gera sær nakrar metingar um. Vit plagdu fylgja tilmælunum hjá donsku heilsufakligu tilmælunum á hesum øki, og myndugleikarnir í Føroyum hava eisini sagt, at vit hava einki í at velja enn at fylgja teimum læknafakligu tilmælunum.

 

Herfyri góðkendi danska heilsustýrið, at tey 5-11 ára gomlu børnini eisini kunnu verða koppsett fyri koronu og í heilsuverkinum lógu tey ikki á boðunum, tí longu dagin eftir góðkenningina fóru tey at koppaseta børnini.

 

Men tað hevur eisini verið ført fram, at hetta er ein heilt serlig støða at vera í, tí tá ið vit hava koppsett børn, hevur tað altíð verið fyri teirra egna besta. Men tá ið vit koppseta børn fyri koronu, er tað ikki fyri teirra egna besta, tí tað er ógvuliga sjáldan, at tey børn, sum fáa koronu, verða serliga sjúk av tí. So tá ið børnini verða koppsett, er tað fyri samfelagsins besta, tí í stóran mun eru tað børnini, sum dríva smittuna runt í samfelagnum.

 

Eisini í politisku skipanini í Føroyum er stórur ivi um, antin tað er rætt at koppseta børn, tí tað er ein heilt serlig, etisk støða. Spurningurin varð umrøddur á Løgtingið í gjár og har vísti Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, á, at læknar eru ymiskir á máli um hetta at koppseta børn og tí sær hann tað sum ein politiskan spurning um vit skulu koppseta børnini. Tí ivast hann í, um Miðflokkurin tekur undir við at koppseta børnini. 

 

Hann vísir á, at har er ein vandi fyri hjáárinum og hann spyr um tað er rætt at lata børnini taka vandan fyri hjáárinum á seg sjálvi fyri at verja tey gomlu og veiku. Er tað rætt, at børnini skulu rinda ein ókendan prís fyri at verja onnur, sigur hann. Hann resir eisini spurningn um hetta kann vera brot á barnarættindini, tí tað er eitt stórt inntriv at koppseta børn fyri at verja onnur. 

 

Eisini Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, ivast í um tað er rætt at koppseta børn fyri koronu. Ruth Vang sigur, at tá ið talan er um at koppseta øll børn fyri koronu, er tað líka nógv ein etiskur og politiskur spurningur, sum ein læknafakligur spurningur, tí hetta er fyrstu ferð, at børn skulu koppsetast fyri samfelagsins besta, og ikki fyri teirra egna besta.

 

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at tá ið tosað verður um at koppseta børn er tað tí at tað eru so nógv vaksin, sum ikki vilja koppsetast – og tað skulu børnini nú bera prísin fyri.