Allan seinnapartin hava trupulleikar verið við internetinum í Streymoy og enn veit Føroya Tele ikki, nær brekið er fingið í rættlag.
Umframt at internetið ikki virkar, hevur brekið við sær, at tað hevur gingið illa at rinda við gjaldskorti nógva staðni.
Føroya Tele sigur, at trupulleikin er íkomin, tí brek hevur verið í servaraútgerðini, ið knýtir viðskiftafólki við breiðbandið, til netið í Streymoynni.
|
Páll H. Vesturbú, stjóri í FT Net, sigur, at arbeitt verður við málinum.
Hann sigur, at tað gongur fram á, men hann torir ikki at siga, nær brekið er rættað.
Men hann vónar, at tað verður í kvøld – men kann ikki lova tað í løtuni.