Tá Sea Shepherd skipið Bob Barker í gjár kom á Sund, fingu tey boð um, at manningin umborð ikki fekk innfararaloyvi til Føroyar. Sostatt kundi manningin velja, um tey fóru avstað aftur við skipinum ella fóru við Atlantic Airways av landinum og lótu skipið liggja á Sundi.
Skipið er tó fari avstað aftur og liggur nú norðan fyri Føroyar. Tað er ikki einsamalt, tí í hølunum á tí er danska verjuskipið HDMS Triton.
Bob Barker er ikki einasta skipið hjá Sea Shepherd, ið hevur verið í Føroyum í summar. Bæði Brigitte Bardot og Sam Simon hava vitjað oyggjarnar í summar sum partur av átakinum at steðga grindadrápi.
Tað tykist tó, at valda ein óvissa yvir hvar Sam Simon er í løtuni. Skipið hevur sløkt sín sendara, hóast tað er lógarkravt at skip yvir ein ávísa stødd skulu hava ein sendara tendraðan.
Fyri ellivu døgum síðani var danska verjuskipið HDMS Triton annars úti hjá Sam Simon við einum brævi frá Sjóvinnustýrinum. Í brævinum staðfesti Sjóvinnustýrið, at sendarin hjá Sam Simon ikki sendi nakað signal, og álegði skipinum at fáa hetta í rættlag.
Hóast tað, so er sendarin enn ikki tendraður, og hevur ikki verið tað í fleiri vikur. Óvissa tykist eisini at valda um hvar skipið er í løtuni.
Sea Shepherd hevur bæði í tíðindaskrivi og á sosialum miðlum fleiri ferðir ført fram, at felagsskapurin hevur trý skip í Føroyum í løtuni. Tað vil siga Bob Barker, Brigitte Bardot og Sam Simon. Harvið vilja tey vera við, at Sam Simon enn er í Føroyum.
Føroyskir myndugleikar eru tó ikki eins sannførdir. Á MRCC-støðini og løgreglustøðini verður upplýst, at tey vita ikki hvar Sea Shepherd skipið er, meðan Sjóvinnustýrið sigur, at skipið ikki er nærhendis Føroyum longur.
Harvið mótsiga Sea Shepherd og Sjóvinnustýrið hvørjum øðrum, og so leingi sum sendarin á skipinum er sløktur, er torført at staðfesta júst hvar skipið er. Løgreglan ynskir tó at hoyra frá fólki um tey síggja skipið.